Vágs kommuna keypt hús eystan fyri Eikilund

- Við keypinum fær barnagarðurin nógvar nýggjar hølismøguleikar, bæði til børn og starvsfólk, sigur Levi Mørk.

 

Levi Mørk, formaður í barna-og ungdómsnevndini hjá Vágs kommunu og borgarstjórin, Bjarni Johansen.

Vágs býráð samtykti í kvøld at keypa húsini eystan fyri Eikilund.

 

- Í nógv ár hevur Eikilund havt plásstrot, serliga í barnagarðinum. Hetta kemur av, at tað flyta barnafamiljur til Vágs við børnum sum hava aldur til barnagarð. Nú hevur Vágs býráð so gjørt av at keypa húsini ,sum standa eystan fyri Eikilund.

 

Á heimasíðuni hjá Vágs kommunu verður sagt, at húsini hava verið brúkt sum barnagarður, áðrenn nýggi barnagarðurin Eikilund bleiv bygdur.

 

- Við keypinum fær barnagarðurin nógvar nýggjar hølismøguleikar, bæði til børn og starvsfólk. Av tí, at býlingarnar liggja so tætt upp at hvørjum øðrum, verður latið upp fyri góðum møguleikum til framtíðar útbygging av bæði barnagarðinum og ikki minst økinum rundan um barnagarðin.

 

Tað sigur Levi Mørk, sum er formaður í barna-og ungdómsnevndini hjá Vágs kommunu.

 

- Skal kommunan bjóða nýggjum familjum vælkomnum til Vágs, er neyðugt, at vit hava ansingarpláss til øll børn á einum góðum og tryggum stovni.

 

Formaðurin í barna og ungdómsnevndini sigur, at nakað skal gerast við húsini, áðrenn tey kunnu takast í brúk, og hann væntar, at tey verða klár at taka í nýtslu fyrst í komandi ári.

 

##med2##

 

Levi Mørk, formaður í barna-og ungdómsnevndini hjá Vágs kommunu og borgarstjórin, Bjarni Johansen.

Húsini vórðu brúkt sum barnagarður, áðrenn nýggi barnagarðurin varð bygdur.