Vagnur hevur sín uppruna í HB, og í fjør tóktist hann veruliga bíta seg fastan í landsliðshópin. Í ár hevur hann tó als ikki verið at sæð á Formula-liðnum hjá HB, men einstakar ferðir hevur hann tó spælt við 1. deild hjá felagnum. Seinastu vikuna hevur hann vant við AB, og í kvøld verður sáttmáli skrivaður, skilst.