FM vinnararnir í HB halda fram at brynja seg til komandi kappingarárið, tá ið setningurin verður at vinna FM triðja árið á rað.
Í kvøld boðar HB frá á heimasíðu síni, at sáttmáli er undirskrivaður við Vagn Mohr Mortensen, sum hevur bundið seg at spæla við barnsómsfelagnum tvey tey næstu árini.
HB skrivar soleiðis:
Vagnur er, um nakar, ímyndin av HB seinastu árini. Við upp ímóti 150 dystum og fimm meistaraheitum hevur 27 ára gamli kemparin sett sín avgjørda dám á, síðan hann í 1999 leikti sín allar fyrsta dyst fyri besta lið okkara.
Burtursæð frá einum lítlum steðgi á Argjum, hevur Vagnur altíð leikt í HB. Vagnur spælir har hann verður settur og greiðir altíð uppgávuna til UG. Best kenna vit hann tó sum kompromileysan og væl leikandi miðverjuleikara, og hóast yndisplássið helst er í maskinrúminum á miðjuni, smæðist hann heldur ikki fyri at taka eitt tørn á bakkinum um tað skal verða.









