Vagnur: Eg hevði eina ræðuliga pínu

29. august í ár endaði fótbóltskarrieran hjá Vagni Mohr Mortensen brádliga.

 

29 ára gamli verjuskansin hjá HB fór í eina takkling í grannauppgerðini ímóti B36. Hetta var seint í fyrra hálvleiki. Óeydnutíð fyri Vagn Mohr Mortensen gjørdist talan um eitt álvarsamt beinbrot, sum setti ein stoppara fyri karieruni hjá Vagni.

 

Vagnur minnist, at talan varð um eina ræðuliga pínu. Tað einasta sum hann hugsaði um, var hvussu hann kundi sleppa av við ta ræðuligu pínuna.

 

Tíbetur fyri Vagn var portørurin, Allan Samuelsen árvakin. Allan og Jan Falkenberg gjørdu ikki eftir boðunum frá dómaranum og løgdu Vagn í eina børu, men fingu hann bornan av vøllinum á annan hátt og út á sjúkrahúsið. Ein børa hevði gjørt skaðan verri, greiddi Vagnur Mohr Mortensen frá í morgunsendingini hjá Rás2 í morgun, har eisini var nomið við fótbóltskarrieruna hjá Vagni.

 

Tað ber til at hoyra prátið við Vagn Mohr Mortensen undir greinini her.