Vágbingar sýna fram glaslist og annað

Árliga kvøldskúlaframsýningin hjá Vágs Kvøldskúla verður sunnudagin

Vágs  kvøldskúli hevur mangt ymiskt at bjóða fram, eisini okkurt heldur forkunnugt.

 

M.a. hava fólk seinnu árini tikið dugnaskapsroynd í kvøldskúlanum.

 

Og sum nakað nýtt, so hevur í ár verið gjørligt at ganga til skeið í glaslist, og hevur undirtøkan verið ómetaliga góð.

 

Sunnudagin verður kvøldskúlaframsýning í Vágs Skúla klokkan 14:20 til 20:00. Stundsliga klokkan 14:20 syngur Kirkjukórið Ljómur og eftir tað hugleiðir Karin Brattaberg.