Vágamenn kendu ikki sína vitjunartíð

Hóast teir í meiri enn ein hálvan tíma vóru fleiri á vøllinum, so eydnaðist tað ikki at vinna heimadystin ímóti HB

Kári J. á Høvdanum hevur bríkslað fyri síðstu ferð á Dungasandi í Sørvági, og máltalvan vísir 1-1.

 

Tað er úrslit í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini, sum teir í 07 Vestur neyvan eru nøgdir við, meðan HB spælararnir hava eina frægari kenslu. Teir vóru síðsta stóra hálva tíman 10 ímóti 11, og teir eiga mikudagin 27. september heimavøll í seinnu hálvfinaluni.

 

Søguliga plaga vágamenn at vera nøgdir við javnleik ímóti HB. Men nógv er broytt í fótbóltinum í Vágum. Tað sást sunnudagin, tá ið 07 Vestur vann 3-2 á heimavølli í landskappingardysti ímóti HB, og tað ber aftur við sær, at bæði spælararnir og øll hini kring felagsliðið hava orsøk at rokna við góðum úrslitum – eisini ímóti HB.

 

07 Vestur málverjin iðraði seg nógv, tá ið HB legði seg á odda. Adrian Justinussen sendi bóltin fram ímóti brotsteiginum, har Dan í Soylu eitt sindur til vinstru smoygdi sær framvið Ara í Haraldstovu Petersen, sum forroknaði seg, og so var lag á manni hjá bólttrygga HB miðvallaranum at seta bóltin í málið, hóast tað var úr heilt spískum.

 

Tá var eitt stórt korter farið, og HB var á odda í 10 minuttir. So javnaði 07 Vestur eftir horna og aftur og fram. Bólturin endaði eftir sending frá vongverjanum í vinstru Rasmusi Knudsen hjá miðverjanum og liðformanninum Daniel Obbekjær, sum úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í netið aftanfyri Bjarta Vitalis Mørk, sum avloysti skadda Teit Matras Gestsson í HB málinum.

 

Tíggju minuttir eftir steðgin sá Ari Mohr Jónsson, HB vongverjin í vinstru, gula kortið fyri seinnu ferð, og so var 07 Vestur í meiri enn ein hálvan tíma yvirmannað. HB spælararnir kendust vera frustreraðir yvir støðuna, men teir riðu stormin av. Hørður H. Askham avloysti Mads Borchers, uppstillingin var broytt til 4-4-1, og Viljormur Davidsen varð fluttur úr miðverjuni og á vongverjan í vinstru.

 

07 Vestur var meiri á bóltinum, og heimaliðið vann seks hornaspørk, meðan HB einki hornaspark vann. Talan var um spentar støður í báðum endum, men tað eydnaðist hvørgum partinum at fáa bóltin í málið.

 

1-1 undan seinnu hálvfinaluni. HB man fara at vera favorittur á heimavølli, men alt er púra opið.