Vágamenn eiga gott minni úr Klaksvík

Síðstu ferð teir vitjaðu KÍ, høvdu vágamenn stig við sær til hús aftur

Klokkan 18.30 í kvøld verður fyrsta bríksl í Klaksvík, har KÍ fær vitjan av 07 Vestur.

 

Higartil í ár hevur tað verið striltið hjá klaksvíkingum, sum hava tapt í Gundadali ímóti bæði B36 og HB. Á hinari síðuni hava klaksvíkingar vunnið trý stig á heimavølli ímóti B68, sum í fjør megnaði 1-1 í Klaksvík. Og í kvøld hevur KÍ møguleika at vinna trý stig ímóti 07 Vestur, sum 20. august í fjør fór úr Klaksvík við einum stigi. Tá var úrslitið 1-1.

 

07 Vestur er tvær tær seinastu ferðirnar farið av heimavøllinum uttan fulla úrtøku. Eftir 1-1 ímóti Skála endaði tað við 3-0 tapi ímóti HB, og so var tað 5-0 tapi í steypakappingini á útivølli ímóti EB/Streymi.

 

 Vongverjin Kevin Egell-Johnsen er vøddaskaddur. Tað er ivasamt, um miðverjin Sonni Ragnar Nattestad er førur fyri at spæla, og Magnus Isager er tøkur aftur eftir skaða í lærkrikanum.

 

Hjá KÍ er skaðalistin langur, nú fyrsti heimadysturin síðani venjaraskiftið er á skrá. Níggju spælarar eru meiri og minni skaddir: Jákup B. Andreasen breyt týskvøldið bein í Streymnesi, Mads Bo Mikkelsen og Deni Pavlovic eru framvegis skaddir, Patrick Da Silva er neyvan tøkur, og so halta Claes Philip Kronberg og René Shaki Joensen. Og so eru tað langtóðarskaddu Heini Vatnsdal, Odmar Færø og Hallur Hansson.

 

KÍ – 07Vestur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.30.