Vágaliðið snýtti stórfavorittarnar í Gundadali

Hóast teir síðsta hálva tíman vóru undirmannaðir, so megnaði 07 Vestur at svara aftur og í síðstu løtu at javna á útivølli ímóti B36

Í vetrarveðri í Gundadali hevur Dagfinn Forná bríksla fyri síðstu ferð í Gundadali. Máltalvan vísir 2-2, og tað er heilt týðuligt, hvørjir teir eru, sum fegnast um, at teir hava vunnið eitt stig, og hvørjir teir eru, sum kenna seg hava tapt tvey stig.

 

07 Vestur legan stórfegnast um, at tað í yvirtíðini eydnaðist at javna til 2-2 við fínum skoti út vinstru og í handara síðunetið. Málskjútti var eingilski Benjamin Smales Braithwaite eftir geniala sending framímillum frá Janusi Svabo Samuelsen.

 

B36 spælararnir eru sum runnir í stein. Teir kenna seg av álvara at hava søplað tvey stig burtur, tí teir áttu allar fyritreytir at vinna fulla úrtøku.

 

Í ein tíma var Sonni Ragnar Nattestad stinnur í 07 Vestur miðverjuni ímóti gomlu liðfeløgunum í B36. Men so mest sum skrúvaði hann høvdið av. Í yvirtíðini í fyrra hálvleiki hevði hann sæð gult, og nú tiltuskaði hann sær púra óneyðugt gult kort og harvið var 07 Vestur undirmannað í meiri enn 25 minuttir.

 

Tá var støðan 1-1. Símun Sólheim, sum aftur í dag var miðvallari, setti hol á, tá ið 20 minuttir vóru farnir. Uppleggið átti Marius Kryger Lindh eftir ikki so sannførandi verjuavrik.

 

Beinanvegin eftir steðgin javnaði 07 Vestur. Málskjútti var Emil Pedersen, eftir at Sonni Ragnar Nattestad við høvdinum snittaði bóltin víðari eftir innkast.

 

Átta minuttir eftir útvísingina og eitt korter undan leikloki legði Marius Kryger Lindh úr stuttari fjarstøðu, og so kendist brekkan hjá 07 Vestur at vera øgiliga brøtt hjá gestunum.

 

Men 07 Vestur spælararnir góvu ikki skarvin yvir. Teir umskipaðu eitt sindur, men varðveittu spælskipanina, bjóðaðu av ein ímóti einum og vunnu fleiri góðar støður. Talan er um púra nýtt lið, men tað sær út til, at Steffen Landro er við at samanspæla lið, ið ivaleyst fer at geva fleiri øðrum enn B36 dygga mótstøðu.

 

-Vit kenna ikki so væl hvønn annan, men tað gongur betri hvørja viku og hvønn dag, og eitt úrslit sum hetta, tá ið vit við 10 monnum megna at vinna stig í Gundadali ímóti B36, so ber tað sjálvsálit við sær, sigur 07 Vestur miðvallarin Janus Svabo Samuelsen við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum.

 

-Hetta var ikki nóg gott. Avrikið var ikki sannførandi, og úrslitið er als ikki gott, tá ið havt verður í huga, at vit stóran part av seinna hálvleiki vóru 11 ímóti 10. Vit spældu okkum til møguleikar at skora sigursmálið, men vit vóru ikki nóg neyvir, og málverjin hjá teimum stóð væl. Hetta fara vit at eftirmeta, og vit eru allir greiðir yvir, at hetta áttu vit at havt avrikað betur og vunnið betri úrslit burturúr, sigur B36 venjarin Dan Brimsvík.

 

Undan hesum umfarinum var B36 topplið við fullari úrtøku. Víkingur er á veg ímóti stórsigri í Fuglafirði, og tí verður B36 ikki topplið eftir hetta umfarið.