Vága- og Norðoyartunnilin eiga at verða ókeypis

Samferðslubólkurin við tveimum umboðum úr hvørjum samgonguflokki samdist um fraktferju til Suðuroyar, lækka gjald í Eystur- og Sandoyartunlinum og frítt at koyra í Vága- og Norðoyartunlinum. Alt gjøgnumført uttan Vága- og Norðoyartunnilin. 

Ein avtala skal verða ein avtala.

 

Loysnin við farmaferju til Suðuroyar kostar landskassanum leigu, rakstri og við verandi oljuprísum yvir 40 mió. kr. um árið. Eystur- og Sandoyartunnilin kosta í ár eyka 35 mió. kr. í veghaldi og 7 mió. kr. í lækkaðum prísum fyri pendlarar. Hetta er játtað á fíggjarlógini í ár. Kostnaðurin fyri ókeypis koyring í Vágatunlinum hevði kostað 2 mió. kr. um árið, netto. T.v.s. raksturin er 4 mió. kr., men ferðaendurgjaldið fyri tunnilin er 2 mió. kr. Hetta skal tó ikki játtast fyrr enn um eini 6 ár, tí tunnilin eigur pening. Norðoyartunnilin hevði kostað 4 mió. kr. netto um árið, men eisini her eru pengar á bók.

 

Okkara skipan hevur altíð verið, at veganetið verður goldið við vegskatti og brennievnisavgjaldi. Tó er avgjørt í ávísum og serliga stórum íløgum, at hava bummgjald fyri at rinda lánini aftur. Øll vilja ikki standa við hetta, men samgongan hevur gjørt avtalu um hetta og hon skal haldast.

 

Bygdir og oyggjar eru bundin saman við tunlum, brúm og byrgingum. Alt verður goldið við vegskatti og brennievnisgjaldi. Soleiðis eigur tað at verða.

 

Gásadalstunnilin: Ókeypis

 

Sumbiartunnilin: Ókeypis

 

Hovstunnilin: Ókeypis

 

Sandvíkartunnilin: Ókeypis

 

Gamli Hvalbiartunnilin: Ókeypis

 

Nýggi Hvalbiartunnilin: Ókeypis

 

Fámjinstunnilin: Verður ókeypis

 

Dalstunnilin: Verður ókeypis

 

Viðareiðistunnilin: Ókeypis

 

Tunlarnir Norður um fjall: Ókeypis

 

Nýggju tunlarnir Norður um fjall: Verða ókeypis

 

Byrgingin um Hvannasund: Ókeypis

 

Byrgingin um Haraldsund: Ókeypis

 

Kunoyartunnilin: Ókeypis

 

Trøllanestunnilin: Ókeypis

 

Tunnil til Djúpadal: Ókeypis

 

Mikladalstunnilin: Ókeypis

 

Ritudalstunnilin: Ókeypis

 

Villingardalstunnilin: Ókeypis

 

Leirvíkstunnilin: Ókeypis

 

Norðskálatunnilin: Ókeypis

 

Brúgvin um Streymin: Ókeypis

 

Kollfjarðartunnilin: Ókeypis

 

Leynatunnilin: Ókeypis

 

Eystur- og Sandoyartunlar: Bummgjald, sum samb. lóg skal burtur, tá lánini eru afturgoldin

 

Vágatunnilin: Bummgjald, hóast lánini langt síðan eru afturgoldin

 

Norðoyartunnilin: Bummgjald, hóast lánini langt síðan eru afturgoldin

 

Samgongan hevur avtalað at báðir seinast nevndu tunlar eisini skulu verða ókeypis, 

tí lánini eru afturgoldin. 

Tann avtalan skal haldast.

 

 

Jørgen Niclasen, tingmaður