Væntar at málið verður samtykt

Kristianna Winther Poulsen atkvøddi eisini fyri, at málið um broytingar í hjúnabandslógini varð beint aftur í trivnaðarnevndina.

 

Orðaskiftið tók eina heldur óvæntaða vend seint seinnapartin, tá fyrst Kristin Michelsen og síðani Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum, søgdu seg ikki vilja atkvøða fyri uppskotinum, men heldur ynsktu tað beint aftur í nevnd.

 

- Hetta var als ikki tað, vit høvdu ætlað, men eg valdi at atkvøða fyri, tí eg vænti, at málið kortini verður samtykt í hesum líki, sigur Kristianna Winther Poulsen.

 

Kreppufundur var í samgonguni, tá tingfundurin bleiv niðurlagdur beint eftir fráboðanina frá borgarstjórunum báðum í Javnaðarflokkinum, men Kristianna Winther Poulsen sigur, at kjakið var ikki verri enn vanligt á samgongufundum.

 

- Sjálvandi brýtur um bæði borð í slíkum støðum, men eg eri kortini trygg við, at málið verður samtykt við tí broyting, sum varð løgd fram í morgun.

 

Broytingin, hon sipar til, er at lógarbroytingin í hjúnabandslógini ikki kemur í gildi, fyrr enn grein 14, stykki 2, í somu lóg er strikað, sum loyvir øllum borgarliga vígdum hjúnum at verða signaði í kirkjuni.