Væntandi landa fleiri partrolarar

Í dag landa nøkur skip, og seinni í vikuni verða væntandi fleiri ísfiskalandingar.

- Vit vænta, at eitt partrolarapar landar í dag, og fleiri koma helst inn at landa seinni í vikuni. Fiskiskapurin hjá partrolarunum er smáligur. 

 

Tað sigur Fiskamarknaður Føroya um útlitini hjá partrolarunum fyri hesa vikuna.

 

Lagt verður aftrat, at bara ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap, og hann er nýliga byrjaður nýggjan túr.

 

- Ivasamt er tí um hesin djúpvatnstrolarin, sum fiskar svartkalva, kemur inn at landa hesa vikuna. 

 

Fiskamarknaður Føroya visti fríggjadagin at siga, at bara ein trolbátur var til fiskiskap, men væntandi fóru aðrir út um vikuskiftið.

 

- Trý garnaskip fiska svartkalva. Annað skipið landar í dag, og hitt kemur inn at landa seinni í vikuni. Eitt triðja garnaskip fiskar havtasku, sigur marknaðurin.