Vænta stóran vøkstur í alingini

Framleiðslan í íslendsku alivinnuni verður nógv størri í ár enn í fjør, og útlitini eru góð.

Sambært metingum hjá landsfelagnum hjá alistøðunum verður framleiðslan í vinnuni 60 prosent størri í ár enn í fjør. Tann størsti vøksturin er í laksa- og ælabogasilaalingini, og sambært felagnum fer vøksturin at standa við.

 

Sagt verður, at um tað gongst sum ætlað hjá verandi alarum, og myndugleikarnir játta teimum umsóknum, sum teir hava fingið, fer vinnan at taka millum 80.000 og 90.000 tons um eini 10 - 15 ár, og útflutningsvirðið fer at nærkast fýra milliardum krónum. 

 

Íslendska alarafelagið ásannar tó, at fiskaaling er ein viðbrekin vinna, og at alt skal ganga eftir vild, um vinnan skal røkka málunum.