Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at eini sjey línuskip undan Føroyum koma inn at landa teir næstu dagarnar.
Flestu línuskipini koma helst miðskeiðis í vikuni, men onkur kemur fyrst í vikuni sum kemur. Skipini hava mest av toski, hýsu, longu og brosmu.
- Eitt línuskip er undir Íslandi, men kemur neyvan inn at landa í vikuni. Trý frystilínuskip og eitt ísfiskalínuskip eru á Flemish Kap og fiska tosk, men koma ikki heim at landa í vikuni.
Sambært Fiskamarknaði Føroya eru útlitini til útróður vánalig. Streymurin verður harður, og veðurútlitini eru einki serlig. Tí verður heldur ikki roknað við nøkrum stórvegis útróðri í næstu viku.