Jákup Sverri Kass tekur hálvan februar við sum stjóri í Sønderborg Lufthavn. Hann avloysir Christian Berg, sum hevur verið stjóri har í átta ár.
Flogvøllurin í Sønderborg hevur stórar ætlanir fyri framtíðina. Tey ætla at byggja út og endurnýggja fyri 200 milliónir krónir, og tey ætla at fáa fleiri flogfeløg og ferðafólk at brúka vøllin.
Ábyrgdina av at standa fyri hesum ætlanum hevur Jákup Sverri Kass fingið. Hann hevur áður arbeitt innan flogferðslu – bæði sum marknaðarleiðari hjá Atlantsflogi og sum stjóri í Vága Floghavn í fimm ár. Hann hevur eisini verið í nevndini fyri Kalaallit Airports Holding í Grønlandi.
– Hetta er veruliga ein spennandi uppgáva. Flogvøllurin í Sønderborg hevur sera stórt potentiali, og eg gleði meg at læra meira um økið, starvsfólkið og ætlaninar. Eg ynski at skapa vøkstur, og tað verður best gjørt í samstarvi millum alment og privat. Við skulu hugsa um burðardygd og menning og viðvirka til at styrkja ferðavinnu, ídnað og økið sum heild, sigur Jákup Sverri Kass við Check-in.
– Vit hava fingið ein kompetentan stjóra, sum hevur royndir við at dagføra og menna flogvøllir í Føroyum og í Grønlandi. Vit gleða okkum til samstarvið og vænta okkum nógv av tí, sigur Lars Tveen, nevndarformaður í Sønderborg Lufthavn, við Check-in.