Vænta risahall í SAS

Greinarar vænta, at SAS hevði metlága inntøku seinasta ársfjórðingi

Hósdagin fer flogfelagið SAS at kunngera roknskapin fyri annan ársfjórðing í roknskaparárinum 2020/21, og roknað verður við, at flogfelagið fer at hava slakar tvær milliardir krónur í halli.

 

Check-In skrivar, at greinarar rokna við, at SAS fer at seta botnmet á inntøkusíðuni, og at hallið verður umleið 1,8 milliard krónur í tíðarskeiðnum frá 1. februar til 30. apríl.  

 

Sydbank roknar við, at umsetningurin hjá SAS er minkaður við meira enn 58 prosentum samanborið við somu tíð í fjør, tá ið korona ikki hevði eins stóra ávirkan á raksturin.

 

Óvissan um flogferðsluna er framvegis stór, og SAS hevur áður boðað frá, at felagið roknar við at koyra við um 30 prosent av 2019-kapasitetinum í mai og juni og við umleið 50 prosent í juli og august.