Norrøna hevur í allan dag ligið við maskinbreki uttan fyri havnina í Hirtshals.
Rúni Poulsen, stjóri á Smyril Line, segði við útvarpið, at trupulleikar eru við aðrari skrúvuni, og at skipið bara hevur hálva megi, sum ikki er nóg mikið, tá skipið skal leggja at í havnini í Hirtshals.
Trupulleikin var eisini, at sleipibátar, sum kunnu hjálpa Norrønu í havn, ikki vóru í Hirtshals, men vóru fleiri tímar burtur.
Av Smyril Line siga tey nú, at tey vænta skipið í havn klokkan 23 í kvøld lokala tíð.
Við skipinum eru sambært Ritzau 700 fólk. Av Smyril Line verður sagt, at ferðafólk, sum skulu til Føroya við Norrønu, sleppa umborð, tá skipið hevur lagt at.
Óvist er, hvussu tað verður við føroyaferðini hjá Norrønu, sum skuldi vera í dag, tí greitt er ikki, hvussu skjótt brekið kann umvælast.
Rúni Poulsen segði við útvarpið, at nógv av ferðafólkunum, sum skuldu við Norrønu, eru cruise-ferðafólk, sum skuldu ein vikutúr við Norrønu. Tí hevur felagið avlýst ferðina og letur fólk, sum hava keypt ferðaseðil, fáa pengarnar aftur.