Í løtuni eru trý ísfiskalínuskip til fiskiskap. Tvey skip fiska í føroyskum sjógvi, og eitt fiskar í íslendskum sjógvi.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at øll trý skipini koma inn at landa síðst í vikuni sum kemur. Skipini hava eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Tvey smærri ísfiskalínuskip eru eisini til fiskiskap undir Føroyum. Annað av hesum skipum landar í morgin, og hitt landar seinni í vikuni.
- Flestu frystiilínuskip eru til fiskiskap, verður lagt aftrat.
Streymurin verður nakað harður, og veðrið verður eisini ivasamt í vikuni sum kemur. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri í næstu viku.
- Fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er smáligur. Bátarnir fáa mest av hýsu, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.