- Eitt línuskip kemur undan Íslandi miðskeiðis í vikuni sum kemur. Skipið hevur eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at eini tvey ella trý línuskip, sum fiska undir Føroyum, eisini koma inn at landa í vikuni.
- Hesi skipini hava mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu.
Lagt verður aftrat, at fleiri línuskip nýliga eru byrjaði túr undir Íslandi, men koma neyvan heim at landa í vikuni sum kemur.
- Streymurin verður góður, men veðrið er meira ivasamt. Tí vænta vit ikki so nógv av útróði í vikuni sum kemur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.