Tvey línuskip eru undir Íslandi. Annað landar helst mánadagin og hitt seinni í vikuni.
- Skipini hava eina blanding av toski, hýsu, brosmu og longu.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at flestu av hinum línuskipunum eru nýliga farin til fiskiskap.
- Tó er væntandi, at eini 2-3 línuskip tilsamans landa í vikuni sum kemur.
Lagt verður aftrat, at flestu línuskip eru á djúpum vatni og fiska tosk, brosmu og longu, men onkur eru eisini sum fiskar tosk og hýsu.
- Streymurin verður góður, og veðrið verður eisini gott, serliga fyrst í vikuni. Vit vóna tí, at nakað verður av útróðrarfiski, sigur marknaðurin.
Útróðrarbátarnir fáa mest av toski og hýsu.










