Vænta lítlan útróður í næstu viku

Øll frystilínuskipini - uttan tvey - eru til fiskiskap í løtuni. Trý eru í føroyskum sjógvi og fimm í íslendskum sjógvi.

Eitt ísfiskalínuskip er til fiskiskap, og tað eru tvey smærri ísfiskalínuskip eisini.

 

- Skipini fáa mest av hýsu og toski, og tey koma væntandi øll inn at landa í næstu viku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at øll frystilínuskipini - uttan tvey - eru til fiskiskap í løtuni.

 

- Trý fiska í føroyskum sjógvi, og fimm eru í íslendskum sjógvi. Skipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

 

Lagt verður aftrat, at helst koma onkur av frystilínuskipunum inn at landa í næstu viku. 

 

- Streymurin verður harður alla næstu viku, og nakað verður eisini av vindi av eystaneftir gjøgnum vikuna.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at nakað verður av útróðri nú um vikuskiftið, men útlitini fyri næstu viku eru einki serlig.

 

- Útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og nakað av toski, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.