Vænta ikki nógva veiðu aftrat fyri jól

Tað er lítil veiða á landgrunninum, nú tíðin nærkast jólum. Veðrið er ólagaligt, og fleiri partrolarapør liggja.

Partrolararnir, sum eru til fiskiskap, koma væntandi inn at landa, sum vikan gongur. Fleiri pør liggja við bryggju og fara ikki út aftur fyri jól.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fiskiskapurin eftir upsa framvegis er smáligur.

 

Allir teir størru trolararnir, sum fiska ísfisk, liggja við bryggju, og ivasamt er, um nakar loysir aftur fyri jól. Tveir frystitrolarar eru til fiskiskap.

 

Fríggjadagin lógu allir teir smáu trolbátarnir við bryggju. Ætlandi fara teir út at fiska havtasku, um veðrið blíðkar.

 

- Trý garnaskip eru á svartkalvaveiði, og tvey teirra landa helst í vikuni sum kemur. Triðja skipið frystir veiðina umborð.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fiskiskapurin hjá garnaskipunum er smáligur.