Vænta ikki at landsstýrið fer at gera hetta eina ferð afturat

Løgtingið hevur gjørt greitt, at hetta gongur og tey vóna, at landsstýrið hevur fingið tað við

Ferðavinnufelagið væntar, at landsstýrið fer ikki at brúka somu mannagongd eina ferð afturat, sum varð brúkt tá ið upplatingartíðirnar hjá matstovum og skeinkistøðum vórðu avmarkaðar í fjør. Tað ger Ferðavinnufelagið nú greitt. Landsstýrið er í ferð við at lýsa eina kunngerð um koronu-stuðul til fyritøkur í ferðavinnuni og tað høvið brúkar Ferðavinnufelagið til at koma við eini áminning á Landsstýrið.

 

Tvær ferðir undir koronu-kreppuni hevur Landsstýrið avmarkað upplatingartíðirnar hjá matstovum og skeinkistøðum fyri at avmarka smittuvandan. Men málsøkið um smittuspjaðing og farsóttir, er danskt málsøki, og tí hava føroyskir myndugleikar ongan myndugleika á hesum øki. Fyri at snúgva sær undan var matstovulógin brúkt til at avmarka upplatingartíðirnar hóast løgfrøðingar vístu á, at tað var ólógligt, tí smittufyribyrging hoyrir ikki heima í matstovulógini.

 

Fleiri løgtingslimir hava heitt á løgmann um at yvirtaka málsøki, men tað vil hann ikki gera í óðum verkum mitt í eini farsótt og sostatt er talan framvegis um eitt danskt málsøki.

 

Og nú ger Ferðavinnufelagið greitt, at tey vænta ikki, at landsstýrið fer at brúka somu mannagongd eina ferð afturat. Tey minna á, at serliga seinnu ferð at upplatingartíðin var avmarkað, gjørdi Løgtingið greitt, at hetta fór ikki at verða góðtikið eina ferð afturat.

 

Í hesum sambandi vísti Vinnunevndin hjá Løgtinginum á, at tað er ikki rætt at brúka matstovulógina til at forða fyri smittuspjaðing. Smittufyribyrging er nevniliga eitt málsøki hjá Heilsumálaráðnum og ikki hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum.

 

– Ferðavinnufelagið væntar tí, at landsstýrið hevur tikið boðskapin hjá Løgtinginum, og eisini Ferðavinnufelagnum, til eftirtektar og fer ikki aftur at skjóta upp at broyta matstovulógina við tí endamáli at avmarka upplatingartíðirnar hjá útskeinkingarstøðum fyri forða fyri smittuspjaðing í føroyska samfelagnum.