Vænta fýra línuskip í næstu viku

Streymurin er hampiligur, men veðurútlitini til vikuna, sum kemur, eru enki serlig.

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey tvey línuskip inn at landa mánadagin, og síðan er væntandi, at tvey onnur línuskip landa seinni í vikuni.

 

- Skipini hava mest av toski, hýsu, longu og brosmu.

 

Lagt verður aftrat, at fleiri línuskip væntandi fara út aftur um vikuskiftið og landa so aftur í aðru viku. Tá skipini tá koma innaftur, verður ikki farið út aftur fyrr enn eftir jólahøgtíðina.

 

Í vikuni, sum stundar til, verður streymurin hampiligur, men veðurútlitini eru einki serlig.

 

- Tí, eru útlitini fyri útróðri í næstu viku ikki nakað serlig, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.