Vænta bátar at landa síðst í vikuni

Fiskamarknaðurin skrivar, at tey flestu línuskipini eru til fiskarí. Tvey fiska mest av toski og svartkalva, meðan hini fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.

– Vit vænta ikki, at nakar bátur landar fyrr enn miðskeiðis ella síðst í vikuni. Eitt línuskip er nýliga byrjað túr við Ísland og kemur tí neyvan at landa í vikuni, skrivar Fiskamarkanðurin.

Tvey frystilínuskip eru við Eysturgrønlandi. Nøkur línuskip hava nýliga landað og fara helst útaftur í næstum.

– Streymurin verður góður til útróður, og veðrið verður á eini leið, so tí vanta vit nakað av útróðri. Fiskiskapurin er framvegis smáligur.

Um djúpvatnstrolararnar skrivar Fiskamarknaðurin, at tveir fska upsa og koma helst at landa miðskeiðis í vikuni. Ein frystitrolari fiskar svartkalva. Restin liggur við bryggju.

Um partorlararnar verður sagt, at bara fýra pør eru til fiskiskap, og tey eru nýliga byrjað túr, so tí verður tað neyvan nakað par, sum landar fyrr enn síðst í vikuni.

– Vit vanta, at fleiri fara avstað í næstum.

Bara tveir trolbátar eru til fiskarí. Báðir eru á Skeivabanka, men enn er fiskiskapurin eftir havtasku smáligur. Fáa eisini nakað av upsa, longu og tosk. Annar landar mánadagin og hin síðst í vikuni, skrivar Fiskamarknaðurin.

Tvey garnaskip fiska svartkalva, annað, møguliga bæði, landa síðst í vikuni. Annað fiskar havtasku, men ivasamt um hann landar í vikuni.