Vælumtókt drotning 70 ár á trónuni í truplari tíð

Kongshúsið eru undir trýsti í størstu gølu síðani Diana doyði. Bretar hátíðarhalda Elizabeth í juni.

 

 Elizabeth er avgerandi betri umtókt í meiningakanningum enn eftirkomarar hennara. (Arkivfoto) - Foto: Pool New/Reuters  

Tað er ein serligur dagur hjá Elizabeth II í dag. 70 ár sum drotning í Bretlandi.

Ein mansaldur. Og prógv um haldføri, sum bara fá í søguni hava megnað.

Drotningin hevur verið fasti kletturin í einum umskiftandi Bretlandi, sum hevur skula endurfunnið seg eftir hjálandatíðina og seinast við at fara úr ES.

Við platinhátíðarhaldinum, sum bretar kalla tað, kemur ein trupul tíð fyri kongshúsið og fyri Elizabeth sjálva.

Eftir 73 ára hjúnalag doyði maður hennara, Philip prinsur, í fjør.

Sonurin Andrew prinsur, av mongum í Onglandi umtalaður sum yndissonur drotningina, er ákærdur fyri kynsligan ágang og er lagdur á ís. Hann hevur mist sínar hernaðarligu titlar og er nú bara »privatur borgari«.

Abbasonurin Harry, yngri sonur hjá Charles krúnprinsi, hevur harumframt sagt kongshúsinum farvæl, smekkað við hurðini og er fluttur til USA við konu síni, Meghan Markle.

Og drotningin sjálv, sum eftir hándini eisini er fylt 95 ár, er ikki í kropsligum toppformi.

Í oktober gisti hon á sjúkrahúsi í sambandi við »undankanningar«. Síðani hevur hon bara víst seg við fá høvi.

Sjálvan runda dagin, sum eisini er deyðsdagur pápa hennara, hátíðarheldur hon ikki alment.

 

##med2##

Tað stóra hátíðarhaldið er útsett til juni í ár, tá alt bretska fólkið er boðið við.

Elizabeth er enn vælumtók av fólkinum, og roknað verður við at fleiri milliónir fara at hátíðarhalda hana.

Bæði hósdagin 2. juni og fríggjadagin 3. juni hava bretar soleiðis fingið frí til hátíðarhaldið, sum eisini verður um eitt vikuskiftið.

Á skránni er millum annað stór hernaðarskrúðgonga gjøgnum London við yvir 1400 hermonnum og 200 hestum.

Hesar dagar verður eisini møguligt at vitja slottið hjá drotningini, Balmoral í Skotlandi og Sandringham.

Hesar fýra dagarnar við hátíðarhaldi enda við eini felags máltíð sunnudag, har heitt verður á bretar um at eta morgunmat við vinum, familju og grannum í øllum kongaríkinum.

Stjórnin hevur harumframt lagt upp til, at barrir og skeinkistøð kunnu hava opið tveir tíma eyka hesar dagarnar.

/ritzau/

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

 

 Elizabeth er avgerandi betri umtókt í meiningakanningum enn eftirkomarar hennara. (Arkivfoto) - Foto: Pool New/Reuters  

Drotningin varð ikki krýnd, fyrr enn hálvt annað ár ertir, at hon tók yvir trónuna frá pápa sínum sum ríkisovasti. (Arkivfoto frá 2. juni 1953) - Foto: Uncredited/Ritzau Scanpix