Vælumtókt 'bestseller' komin til Føroyar

Ken Follett, ið er ein heimkendur walisiskur rithøvundur, hevur júst útgivið bókina 'på kanten af evigheden'. Bókin er tann triða og seinasta í røðini Century. Longu áðrenn bókin varð útgivin, lá hon ovast á øllum 'bestseller' listum.

Hóast bøkurnar ikki verða týddar til føroysk, eru tær sera væl umtóktar í Føroyum.

Áðrenn bøkurnar komu í handlanar, bíðaðu fólk spent eftir teimum, og tá ið tær komu í Rit og Rák í Tórshavn, vóru tað fleiri, ið ognaði sær eitt eintak sama dagin.

- Vit hava longu selt nokk so nógvar, og vit selja bøkurnar hjá honum allatíðina. Hann liggur ímillum teir rithøvundarnar ið vit selja mest av, sigur Kári Árting, stjóri í Rit og Rák.

Bókin 'på kanten af evigheden' er nú at fáa kring alt landið, bæði í enskari og danskari útgávu.

Myndin omanfyri varð tikin í Rit og Rák, meðan Elinborg, ið starvast har, júst er í fer við at pakka bókina út. 

Á facebook síðuni hjá Rit og Rák stendur soleiðis undir myndini: Elinborg pakkar spildurnýggju bokina hjá Ken Follett "På kanten af evigheden" upp. Tað eru fleiri, sum hava bíða ótolin eftir henni.