Vælferðarstørv fáa stóran bata

Nærum øll í vinnuførum aldri arbeiða hvønn dag úti, meðan børnini eru á dagstovni og eldri annaðhvørt eru heima, har tey fáa heimarøkt, ella búgva á eldrabústøðum ella røktarheimum.

 

Soleiðis er samfelagsbygnaðurin vorðin, men í fleiri ár hevur staðið á at fáa starvsfólk til dagstovnar, røktarheim og heilsutænastur av ymsum slag.

 

Gera vit onki við hesa avbjóðing, leggja vit fót fyri okkum sjálvum, tí vælferðartænasturnar versna, og ótryggleikin millum øll ættarliðini veksur.

 

Arbeiðsmarknaðurin kemur eisini undir trýst, tí eru ov fá at vera um børn, eldri og sjúk, mugu næstringar heim at lyfta uppgávurnar, tá teir annars skuldu arbeitt fyri lønina.

 

Í útvarpinum mikudagin vórðu vit spurd, hví Tjóðveldi setir 50 mió. kr. av í pulju til partarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum at samráðast um til næstu lønarsamráðingar.

 

Okkara svar var, at endamálið við puljuni er at bøta um umstøðurnar hjá sjúkrarøktarfrøðingum, námsfrøðingum, heilsuhjálparum, heilsurøktarum og vaskifólki.

 

Fáast fólk ikki inn á hesi starvsøki, kann samfelagið brotna av um tvøran, og trupult verður at menna nýggjar vinnur, skapa búskaparvøkstur og tryggja Føroyum sjálvberandi búskap.

 

Allar gerandisavbjóðingar mugu loysast fyri at røkka teimum stóru málunum, og Tjóðveldi ætlar tí eftir valið:

 

  • At seta 50 mió. kr. av til batar fyri tey lægst løntu
  • At útbúgva fleiri sjúkrarøktarfrøðingar, námsfrøðingar, heilsuhjálparar og heilsurøktarar
  • At gera tað møguligt at arbeiða fulla tíð
  • At bøta um arbeiðskorini og arbeiðsumhvørvið
  • At styrkja førleikamenningina, eisini hjá teimum ófaklærdu

 

Magni Arge, valevni hjá Tjóðveldi