Eyðun Klakstein og KÍ hava ikki vunnið, síðani sáttmáli varð undirskrivaður teirra millum. Eftir 3-2 heimatapið ímóti TB er KÍ í sera trongum skóm. Um tað ikki eydnast at vinna í Runavík, har NSÍ fyri fyrstu ferð fer at spæla á nýggja graslíkinum, so kann tað henda, at KÍ dettur niður um strikuna.
Úrslitini hjá KÍ siga, at tað er serliga í verjuni og á verjukenda miðvøllinum, at tað av álvara lekur. Tað verður stór avbjóðing ímóti NSÍ og ikki minst Klæminti A. Olsen og Árna Frederiksberg, sum hava víst stórt máltev.
Síðstu ferðirnar hevur tað gingið sum eftir ánni hjá Heðini Askham og hansara monnum, sum burtur úr fýra teimum síðstu umførunum hava vunnið tíggju stig og nú av álvara eru við í kappingini um bronsukrónurnar og harvið rættin at spæla í Europa.
Tá ið liðini í 2. Umfari hittust við Løkin var tað sera tætt og spennandi. KÍ fór til hús við 3-2 sigri. Hjalgrím Elttør skoraði sigursmálið, tá ið tað restaðu tríggir minuttir.
NSÍ-KÍ: Rúni Gaardbo kl. 15.00










