Nýggj nøgdsemiskanning varð gjørd fyri Skúlaspíran í Leirvíkar skúla í seinastu viku, og kanningin vísti góð úrslit. Spurnarbløð vórðu send foreldrum og avvarðandi at teimum 104 børnunum, sum hava tilknýti til Skúlaspíran.
- Hóast nógv orrusta hevur verið rundan um forskúlatilboðið í Eysturkommunu, har mótstøðufólk av forskúlum hava víst sína misnøgd, eru brúkararnir í Eysturkommunu sera væl nøgdir við Skúlaspíran.
Tað sigur Eysturkommuna.
Lagt verður aftrat, at fólk eru samd um, at Skúlaspírin er eitt gott tilboð og eigur at halda fram.
85% av teimum spurdu svaraðu "sera væl nøgd/ur", "nøgd/ur" og "yvir miðal" til spurningin "Eg síggi fleiri møguleikar ella trívist væl í Skúlaspíranum", og 86% halda, at Skúlaspírin eigur at halda fram.
- Kanningin varð gjørd eftir áheitan frá mentamálaráðnum, og kanningin er tann sama, sum er gjørd tvær ferðir áður. Soleiðis kunnu vit fylgja gongdini og síggja, hvussu nøgdsemi til forskúla-tilboðið broytist.
Eysturkommuna heldur tað vera sera umráðandi at skapa eitt gott og mennandi tilboð til øll børn í kommununi.