Væl hægri støði enn Jersey-leikirnir í 1997

OYL 15: í vertslandinum stórfegnast tey um júst avgreiddu oyggjaleikirnar

Á Jersey stórfegnast tey um oyggjaleikirnar, og tað við góðari grund.

 

Jersey endaði ovast á einum fyrsta plássi á heiðursmerkjayvirlitinum við heili 50 gull, 54 silvur, og 29 bronsuheiðursmerkjum.

 

Íbúgvarnir á Jersey kunnu eisini verða stoltir av teirra beinasemi og hjálpasemi. Tó vóru onkrar skøvir í lakinum, har eingir linjudómarar vóru til flogbóltsdystirnar. Tvær hálvfinalur vóru í senn í somu høll, og onnur irreterandi element. Men annars var í tí stóra og heila talan um væl fyrireikaðar leikir.

 

Tó vóru tað ávísir fyrireikarar á summum leikvøllum, sum ikki heilt fataðu, at vit sum umboðaðu miðlarnir hjá hinum 23 oyggjunum vóru eyguni og oyrini hjá fólki, sum fylgdu við heima, men tann parturin loysnaði, sum leikirnir fóru at halla. Men í tí stóra og heila skal verða talan um nógvar rósur til vertslandið.

 

Á Jersey samanbera tey leikirnar við seinastu oyggjaleikirnar, sum vóru á Jersey í 1997. Ítróttarforsetin á Jersey, Steve Jacobs slær fast yvirfyri BBC Jersey, at støðið á teimum ymisku ítróttargreininum er nógv hækkað, síðani leikirnar á Jersey seinast í farnu øld.

 

Víðari sigur Steve Jacobs við BBC Jersey: - Eg var ikki bara bilsin, men gleðiliga bilsin um hvussu væl ítróttarfólkini hjá Jersey avrikaðu á leikunum. Hetta er eitt dømi um hvussu sterk ítróttarlið og ítróttarfólk vit hava á Jersey í løtuni, staðfestir ein fegin Steve Jacobs.