Fyrrapartin var tingfundur, og 10 mál vóru til fyrstu viðgerð.
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, letur væl at tingmanningini.
- Tey vóru væl fyrireikað, og nógv áhugaverd uppskot hava verið á skrá, sigur hon.
Átta skúlar hava sent 20 uppskot til ungdómstingið. Onkur uppskot líktust, og tí hevur verið neyðugt at valt burtur úr, soleiðis at uppskotini eru fjølbroytt, og skúlarnir líka umboðaðir.
Løgtingsforkvinnan hevur eina ringiklokku at brúka, tá tingfundur er lokin, ella um tað er ov nógvur gangur í tingsalinum.
- Í dag var ikki neyðugt at brúka ringiklokkuna, sigur Bjørt Samuelsen.
##med2##
Næmingar úr Fuglafjarðar skúla løgdu uppskot fram sum snúði seg um, hvussu kommunurnar kunnu gagnnýta tilfeingið í nærumhvørvinum.
Ein av uppskotstillarunum var Salomon Skorastein.
Uppskotið snúði seg um kantinuvirksemi í skúlunum. Endamálið er at minka um matoyðsl. Næmingarnir hava arbeitt við evninum síðani oktober í fjør.
- Vit hava arbeitt við hesum leingi, og tað hevur riggað væl.
Uppskotini verða løgd fram fyri ungdómstinginum á tingsins røðarapalli.
- Tað vóru nógvir nervar at byrja við, men tá eg kom upp, so var tað slett ikki so galið, sigur Salomon Skorastein.
##med3##













