Væl av fólki hava vitjað Atlantic Fair

Atlantic Fair, sum verður hildin í Klaksvík, hevur sambært fyriskiparanum higartil verið væl vitjað.

Vinnustevnan Atlantic Fair, sum í hesum døgum verður hildin í Klaksvík, hevur sambært fyriskiparanum, Áka í Skemmuni, higartil verið væl vitjað.

 

Við heimasíðuna hjá Norðlýsinum sigur Áki í Skemmuni seinnapartin í dag, at dagurin í gjár, sum var hin fyrsti av trimum, hevði 1500 vitjandi, og í dag hava umleið 2.500 fólk vitjað Atlantic Fair.

 

Í morgin er kristi himmalferðardagur og frídagur, og tá verður roknað við nógvum vitjandi í Klaksvík.

 

Hetta er triðju ferð, at stevnan verður hildin í Klaksvík. Tað eru KÍ-høllin og Badmintonhøllin, sum saman eru karmur um tiltakið.

 

Stívliga 80 básar eru í báðum hallunum, men talið av framsýnarum liggur um 170.

 

In.fo kann leggja aftrat, at í morgin - hósdagin 14. mai - verður framsýningin opin frá klokkan 10-16.

 

Flestu, sum hava vitjað á Atlantic Fair í ár, eru samd um, at tiltakið hevur ment seg meira og meira fyri hvørja ferð.

 

Viðheftu mynd eigur Norðlýsið.