Vaðhorn Seafood hevði fína vitjan

- Hetta er góður stílur - at bjóða fyrrverandi starvsfólkum á vitjan. Hetta vísir eina virðing og eitt takksemi fyri teirra nógvu og drúgvu tímar við flakalinjurnar.

Í gjár var fín vitjan á Vaðhorn Seafood á Strondum. 

 

- Hesar madammurnar á myndini eiga allar sín part í søguni hjá Vaðhorn. So ella so hava tær borið fyritøkuna til tað, sum Vaðhorn er í dag. Gamaní, nøgdirnar eru eitt vet størri í dag, enn tá summar av hesum byrjaðu í starvi. Men, allar hava tær verið við til at flutt Vaðhorn - stig fyri stig - fram til tað, vit kenna í dag.

 

Soleiðis siga tey á Facebook-síðuni hjá Vaðhorn Seafood.

 

- Virkið er nógv broytt, og eitt nú er framleiðslan vend 180 stig, soleiðis at vøran nú kemur inn í syðra enda á virkinum og fer út aftur norðanfyri. Í dag eru umklæðingarrúmini eisini vorðin nútímans, við meira ljósi og betri umstøðum. Harumframt verður matstovan nú endurnýggjað. 

 

Tað, sum liggur í hesi myndini, er, at Vaðhorn Seafood hesa løtu hevur bjóðað fyrrverandi starvsfólkum á vitjan á virkinum. 

 

At matstovan nú verður endurnýggjað, dugdu hesar madammurnar eisini at síggja stóra gleði í, tí her hava tær eisini havt nógvar góðar og hugnaligar løtur. Allar hava tær havt góðar løtur á virkinum, her tær gleddu seg at koma til arbeiðis.

 

- Hesar á myndini møtast til tíðir á virkinum fyri heilsa upp á og fáa ein kaffimun og okkurt gott afturvið. Dagurin í dag var einki ørvísi. Vit á Vaðhorn takka fyri vitjanina og takka fyri alt tað, sum hesar allar hava givið virkinum. Tað kann ikki gerast upp í nøkrum veruligum virði, hvussu nógv hesar kvinnur eiga av tí, sum Vaðhorn er í dag.

 

Á tráðnum á Facebook-síðuni hjá Vaðhorn Seafood skrivar ein fylgjari soleiðis um vitjanina:

 

- Hetta er góður stílur - at bjóða fyrrverandi starvsfólkum á vitjan. Hetta vísir eina virðing og eitt takksemi fyri teirra nógvu og drúgvu tímar við flakalinjurnar. Vaðhorn er meira enn eitt virki, havi eg varhugan av, næstan sum ein familja, skrivar fylgjarin.