Vaðhorn-rættur í Milano

Varðhorn á Strondum hevur fingið ein fiskarætt á matstovu í Milano uppkallaðan eftir sær.

Baccalà Vadhorn alla Veneta con polenta kallast rætturin, sum verður gjørdur úr fiski, sum Vaðhorn útflytur til Italia.

Á Vaðhorn á Strondum framleiða tey saltfisk, sum verður útfluttur til Suðureuropa – serliga Italia og Spania. Í fjør útlfutti Vaðhorn góð 4.000 tons av fiski til Suðureuropa.

- Síðsta ár útfluttu vit umleið 2500 tons av fiski til Spania og góð 1500 tons til Italia, men tað skiftir eitt sindur, hvat av londunum keypir meira frá okkum, sigur Jógvan Gregersen, stjóri á Vaðhorn. Virkisleiðari er Jens Martin Knudsen.

Fiskurin frá Vaðhorn endar í handlum, á matstovum og aðrastaðni, og ein matstova, sum fær fisk frá Vaðhorn, er Rigolo, sum liggur í miðbýnum í Milano. Rigolo er ein hugnalig matstova við nógvum ári á baki, og har gera tey nógv burtur úr at bjóða sínum kundum góðan fisk.

Í farnu viku vitjaði Rás2 á Rigolo matstovuni, og har søgdu tey vera sera fegin um føroyska fiskin, sum tey halda hevur sera góðari góðsku.