- Tað er ikki hetta, vit liva av, tí hetta er sjálvsagt ein avmarkaður marknaður, men vit eru veitarar til Michelin-matstovur við stoltleika, sigur Jens Martin Knudsen, virkisleiðari á Vaðhorn Seafood á Strondum, sum bæði er veitari av saltfiskavørum til Koks og matstovuna Noma í Keypmannahavn, sum báðar hava tvær Michelin-stjørnur.
Vaðhorn Seafood letur vátsaltað toskafløk og eitt sindur av flaktum til Koks, og fyritøkan letur eisini fiskavørur til matstovuna Noma í Keypmannahavn. Skemtandi sigur Jens Martin Knudsen, at Vaðhorn bara letur sínar fiskavørur til matstovur, sum í minsta lagi hava Michelin-stjørnur.
Virkisleiðarin vísir á, at Vaðhorn eisini letur saltfiskavørur til aðrar matstovur í Føroyum, og millum hesar er matstovan Barbara, sum eisini keypir eitt sindur av flaktum. Fyritøkan á Strondum hevur eisini saltað og hagreitt tosk av Føroyabanka fyri Barbaru, og hagreiðing av saltfiski er ein verð fyri seg.
Eins væl, og hagreiðingin er nakað serligt, er eisini útvatningin av framleiðsluni serstøk. Jens Martin Knudsen vísir á, at sjálvandi útvatna keyparar sum Koks, Barbara og Noma sínar saltfiskavørur sjálvi, tí tey hava neyðugu vitanina og royndirnar.
- Men, tá vit gera skundverðrar, plaga vit at útvatna fiskin, áðrenn hann verður pakkaður, soleiðis at tað verður lættari, einfaldari og skjótari at gera døgurðan, leggur hann aftrat.
Saman við øðrum veitarum fegnast tey á Vaðhorn um at vera veitarar til matstovur við Michelin-stjørnum, men Jens Martin Knudsen er ikki ovfarin av, at vørurnar, sum vera framleiddar á virkinum á Strondum, eru so høgt í metum.
- Tað er bara ein veruleiki, at okkara fiskavørur eru eitt kent og sterkt ”brand” á saltfiskamarknaðinum úti í heimi, ikki minst í Italia, har fyritøkan hevur ein fittan part av marknaðinum og í Spania, sum eisini er ein týðandi marknaður hjá Vaðhorn Seafood.
Virkisleiðarin heldur tað vera fantastiska flott, at Koks nú hevur tvær Michelin-stjørnur, og tað er ikki sørt, at starvsfólkið á Vaðhorn sum veitari kenna seg at eiga ein lítlan lut í hesum. Hann sigur, at slíkar matstovur, sum Koks og Noma, keypa bara tað besta av tí allar besta.
- Hetta er sjálvsagt eisini ein partur av orsøkini til, at tær hava rokkið Michelin-stjørnum. Sum fyritøka í heimsflokki innan vátsaltað fiskafløk fara okkara fiskavørur eisini til bestu matstovurnar í londunum, sum vit selja til - ikki minst í Italia og Spania.
Jens Martin Knudsen sigur, at tað eru ikki stórar nøgdir, sum Vaðhorn Seafood letur til eitt nú Koks og aðrar matstovur í Føroyum. Tað er ikki hetta, tey liva av, tí hetta er sjálvsagt ein avmarkaður marknaður.
- Men, vit vilja vera veitarar til tann marknað, sum er, og vit gera hetta við stoltleika, sigur virkisleiðarin á Vaðhorn Seafood á Strondum.