V4 nostalgi

Fløgan við sangum hjá Hermanni, sum Útvarpið hevur latið framleitt, gongur sum heitt breyð

Øll, sum eru so frægt til aldurs, minnast Hermann Jacobsen. Ikki minst sangir hansara, sum rungaðu í hvørjari stovu hvørt leygarkvøld, tá V4 var á skránni.

Tá varð ferðast runt landið við hesi vælumtóktu sending, sum umframt sjálvan V4-dráttin eisini innihelt skemt og spurnarkapping. Stórur partur av hesum skemti vóru sangirnir, sum millum aðrar Hermann Jacobsen sang.

Hvør minnist ikki Fossadun og Palleba ímyndaðir av Oliver Næss og Oskar Hermansen? Og hvør minnist ikki sangir sum »Per fór til Havnar« og »Tað sum vendir niður vendir upp«?

Fløgan inniheldur heilar 25 sangir, áleið helvtin av hesum frá teirri tíðini, tá Tónleikarfelagið var virkið seinast í 1950-árunum. Har eru gamlir slagarar sum Niclas hjá Pena, Sildavalsurin og Eg farvæl tær heilsi. Tveir epistlar hjá Fredman eru eisini á fløguni umframt onkur kabarettsangur, eitt nú Miðal hampa maður. Eisini eru fýra barnasangir slopnir við.

Tað er Útvarpið, sum á henda hátt hevur sýnt Hermanni, sála, heiður á hansara 65 ára degi við at geva hesa fløguna út. Bróðursonur Hermans, Tórður Jóannesarson, hevur savnað sangirnar úr goymslum í Útvarpinum og Jóannes Jakobsen hevur framleitt.

Fløgan selur ógvuliga væl, skilst á lagnum.