Vátur jóladansur


 

All That Rain fer at spæla til jóladans á Kambsdali leygarkvøldið. Tað er Gøtu Ítróttarfelag, sum skipar fyri hesum tiltaki.

Hetta er tíðin, tá nógvir útisetar leita heimaftur til Føroya, og tí er slíkt dansitiltak eisini ætlað teimum, sum koma heim hesa ársins tíð.

All That Rain hevur seinastu vikurnar spælt aftur til dans, eftir at teir lógu stillir í nakrar mánaðir, tá Jens Marni Hansen var farin úr bólkinum. Nú er tað vágamaðurin Hans Ravnsfjall, sum tekur sær av gittarspæli og sangi, og bólkurin hevur vant sera nógv við nýggju manningini.

Dansurin verður í ítróttarhøllini á Kambsdali leygarkvøldið.