Vættrar og trøll í Smiðjuni

Í gjár læt ein trølla- og vættraframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík.

Bæði vaksin og børn verða glað, fara tey í Smiðjuna í Lítluvík um vikuskiftið og ta næstu vikuna, tí Hanne Højvælde frá Frederiksværk í Danmark sýnir fram sítt stóra úrval av trøllum og vættrum, sum hon ger úr ull.

Øll skapini hava sítt egna mannlyndi og sítt serstaka eygnabrá ella kropsmál. Tú fert at halda, at figurarnir hava menniskjalig eykenni og lyndi og eru snild og listinlærd, ertingarsom og skálkakát, lúnut og ríggjut, forherðað, skálkaslig, kúllaslig o.s.fr. Ullskapini og figurarnir eru gjørdir úr ull við at sameina váttøving og turrtøving við tøvinálum. Hanne Højvælde hevði fyri 5-6 árum síðan eitt skeið í Fuglafirði, har ein bólkur av sera áhugaðum skeiðsluttakarum lærdi at skaptøva við tøvinálum.

Við til framsýningina hevur Hanne eisini tikið við okkurt av sínum fínt tøvda klædnatilfari og sjallum við silki ella bummull sum undirlagi. Framsýningin er opin hvønn dag frá kl. 11 til 17 til og við mikudagin 5. september.