Bill Justinussen, løgtingsmaður
Tað hevur regnað illa í summar. Viðhvørt so illa, at allir føroyingar skuldu verið ríkiliga troyttir av váta slagnum. Men so er ikki, heldur tvørturímóti. Sum ongantíð áður fer at fløða í landinum av tí váta, nú loyvisnevndin við javnaðarfólki í oddinum gevur skeinkiloyvi í eyst og vest.
Festivalarnir
Allir festivalarnir hava fingið skeinkiloyvi. Eitt stórt og týðandi frambrot fyri hesa samgonguna, sum við avgerandi hjálp frá meginpartinum av Tjóðveldisflokkinum megnaði at spreingja hol í byrgingina, so vit nú av álvara nærkast fríari rúsdrekkasølu. Byrgingin er skrædnað, og nú er bert eftir at venja okkara elskaðu børn og ungdóm við, at nú duga vit føroyingar betri og betri at drekka, og ein dag kunnu vit siga, at nú eru vit útbúnir og duga eins væl og danir at drekka, og tí kunnu vit hava fría rúsdrekkasølu. Hetta er málið og soleiðis er gongdin. Visjón 2015 má væl vera, at vit frá at hava eina miðalnýtslu upp á 6,9 ltr. fara upp á donsku miðalnýtsluna upp á 11-12%.
Festivalarnir hava higartil verið støðugt vaksandi succésir uttan skeinkiloyvi. Og serliga eru tað tey ungu undir 18 ár, sum fylla festivaløkini. Hesi koma nú at skula vera partur av einum tiltaki, sum setir tey uttanfyri, tí tað er ikki loyvi at lata teimum rúsdrekka. Og foreldur at tannáringum, sum árini frammanundan ekkaleys hava kunnað latið børnini fara á festival at hoyra tónleik, mugu nú gera upp við seg sjálvi, um tey framvegis kunnu vera ekkaleys. Hví er tað so umráðandi hjá teimum vaksnu at seta børn og foreldur teirra í hesa óneyðugu tvístøðu? Hví skulu tey vaksnu absolutt seta sín egna rústørv frammum tørvin hjá børnunum og teimum ungu til eitt rúsfrítt umhvørvi? Hetta snýr seg í roynd og veru bara um sjálvsøkni teirra vaksnu, samvitskuloysi og peningaslúkni. Hetta snýr seg um vantandi tolsemi mótvegis børnunum og teimum ungu undir 18 ár. At tey ikki sleppa at drekka skal ikki forða MÆR at drekka, EG bestemmi fyri, hvat EG geri. Er hetta tolsemi?
Skeinkiloyvi til Strandferðsluna
Og sum um tað ikki var nóg mikið, at festivalarnir nú gerast skipaðar drykkiveitslur; nú skulu strandfaraskipini eisini hava skipað drykkiviðurskifti. Almenna strandfaraskipið, sum eg og øll hini fíggja við okkara skatti, verður nú eitt útskeingingarstað. Ferðavinnan er undanførslan. Sum um at ongin tímir til Suðuroyar, tí at Smyril ikki skeinkir øl og vín afturvið matinum. Eg eri ikki sinnaður at gjalda skatt til eina almenna farleið, sum arbeiðir so harðliga móti mínum etisku og andaligu virðum. Minsta mát fyri at gjalda skatt má vera, at talan er um felags samfelagsgagnligar útreiðslur, sum vit ØLL ERU SAMD UM. Heilsuverk, almannaverk, skúlar, vegir o.s.fr. Men her brýtur almenna fyritøkan Strandferðslan hesa meginreglu, tí útskeinking, fíggjað við mínum skattakrónum, er ikki nakað, sum øll eru samd um. Rúsdrekkaviðhaldsfólkini vilja kanska sum mótgrundgeving siga, at tey gjalda eisini skatt, og tey vilja hava útskeinking umborð á Smyrli. Trupulleikin er bara, at tann grundgevingin er ikki haldgóð, tí her eru skattaborgararnir ikki samdir. Eg og rúsdrekkaviðhaldsfólkini eru samd um, at farleiðin til Suðuroyar skal vera, og tí er rætt at gjalda hana við skattaborgarans peningi. Men vit eru ósamd um skeinkiloyvið, og tí er ikki rætt at gjalda við skattaborgarans peningi. Har gongur markið og tað flytist ikki.
Ítróttarfólk og skeinkiloyvi
Ein týðandi partur av ferðafólkahópinum hjá Smyrli eru ítróttarfólkini. Hesi eru meginparturin yngri enn 18 ár. Nú kann farleiðin til Suðuroynna gerast ein trupulleiki hjá hampafólki, sum ikki vilja lata børn síni í føvningin á peningaslúknu ferðafólkafyritøkuni Strandferðsluni, tí matstovurnar bjóða øl og vín. Tey eru mong, sum veruliga ynskja at halda børnum sínum frá slíkum umhvørvi, og ta virðing eigur ein almenn skattafíggjað fyritøka at sýna landsins borgarum.
Hvør er uppgávan hjá Strandferðsluni? Hon er at flyta fólk trygt og skjótt millum oyggjarnar. Strandferðslan er ikki ein matstovufyritøka við skeinkiloyvi, sum skal royna at útvega sær eykainntøkur fyri at hjálpa landskassanum. Men tað tykist meiri og meiri greitt, at politiska propagandain, sum liggur aftanfyri broytingarnar í rúsdrekkalógini, nú verður løgd á hillina og Fólkaflokkinum so líkt við dyggari hjálp frá bæði Javnaðar- og Sambandsflokkinum verður nú tann praktiski politikkurin lagdur fyri dagin. Vit minnast øll, at undanførslurnar fyri at broyta rúsdrekkalógina vóru, at økið var so óskipað. At nú skuldi samgongan skipa so fyri, at fólk kundu drekka seg frá vitinum undir skipaðum viðurskiftum. Men ikki eitt orð varð sagt um, at aftanfyri alla tokutaluna hjá samgonguni var ein goymd dagsskrá: skeinkiloyvið til Smyril. Og hesir góðtrúni samgongumenninir, sum hvør eftir annan gingu upp á pallin og løgdu dentin á, at teir vóru harðliga ímóti broytingunum, sita nú við ábyrgdini og veita hesi samgonguni meirilutan til at fremja hendan oyðileggjandi politikkin fyri ungdóm okkara. Vælgagnist tykkum, skommina mugu tit í samgonguni eiga, men slíkar avgerðir verða ikki gloymdar, tí øll, sum ferðast við Smyrli og sum ganga á stevnur og sum ganga á festivalar og so víðari fara dagliga at verða mint á hesa dáragerð.