Tað kann gerast heldur vátligt hjá teimum, sum fara á Føroya Regatta ella í Gundadali á Summarcup í morgin. Danska veðurstovan DMI boðar frá regni ein stóran part av degnum.
Eitt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi fer spakuliga í ein eystan og fer væntandi tætt framvið ella beint yvir Føroyum leygardagin. Tilhoyrandi hitabrúgvin yvir Føroyum førkar seg í ein eystan. Í komandi viku kemur ein hátrýstsryggur inn yvir Føroyar og ger veðrið støðugt, áðrenn nýggj brúgvaløg aftur nærkast okkum av vestri.
Í dag verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s. Turt og sólglottar og hitin millum 10 og 12 stig. Í nátt lot til andøvsgul av útsynningi, seinni suðri, 2 til 7 m/s. Samdrigið og hitin millum 8 og 10 stig.
Í morgin verður lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 m/s, í støðum upp í stívt andøvsgul, 1o m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður og hitin millum 10 og 12 stig. Um kvøldið og náttina snarar hann í ein útnyrðing, tað klárar í, tí ælaveður og hitin millum 6 og 10 stig.
Sunnudagin verður lot til andøvsgul, í støðum upp í stívt andøvsgul, av útnyrðingi, 3 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt æl. Hitin millum 8 og 12 stig.