Vátt og aftur vátt

Eitt brúgvalag við regni fer í morgun framvið av vestri. Síðani kemur ein kaldur streymur við ælum av vestri. Fríggjadagin fer eitt lágtrýst norður um Ísland og brúgvaløg haðani geva okkum stundum regn. Seinni í vikuni nærkast eitt minni lágtrýst okkum aftur.

 

Veðrið í dag

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s, sum seinnapartin hækkar í ein vestan. Regn og skýggjað, men seinnapartin klárar í, tó okkurt æl. Hitin um 10 stig. Í nátt makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, sum út á dagin makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, sum hækkar í ein útnyrðing. Møguliga sólglottar og okkurt æl og hitin um 10 stig. Um náttina yvirhøvur skýggjað og eitt skifti samregn. Hitin millum 7 og 9 stig.

 

Hósdagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum út á náttina makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt æl, um náttina turt, men sum frá líður meiri skýggjað. Hitin millum 6 og 9 stig.

 

Fríggjadagin

Gul til stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum út á dagin spakuliga øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Út á náttina øtlar verður í støðum upp í skrið, 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og eitt skifti regn, men út á náttina klárar í, tó okkurt æl. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.

 

Leygardagin

Strúkur í vindi upp í skrið av vestri og útsynningi, 13 til 18 m/s, sum út á dagin makar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, og um náttina hækkar í ein útnyrðing. Samdrigið og ælaveður. Hitin um 9 stig, um náttina niður í 3 stig.

 

Sunnudagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, fyrst av útnyrðingi, seinni av vestri og útsynningi. Fyrst sólglottar og okkurt æl, seinni skýggjað og um náttina regn.