Vátt hóskvøld á G!

Hóast onkrar turrar løtur var fyrsti dagurin á G!Festivalinum merktur av vátum og gráum veðri. Tó var ongantíð veruliga kalt, og talan var mest um sirm, so tú gjørdist ikki at kroppi. Fólk tyktist at hava latið seg í til veðrið, og tí gjørdi veðrið, sum so, ikki festivalupplivingina nógv verri. Hóast rættiliga fitt av fólki var á sandinum, tá Kaizers Orchestra var á pallinum, so kundi hetta als ikki samanberast við fólkamongdina tá høvuðsnøvnini í fjør Nephew og Europe spældu, hetta er møguliga orsakað av veðrinum, men eisini tí, at hóskvøld er.