Vátt alt vikuskiftið

Eitt stormlágtrýst beint vestan fyri Ísland fer í ein norðan og útnyrðing móti Grønlandsfjørðinum og dýpist. Tilhoyrandi brúgvaløgini fara fram við Føroyum fyrrapartin, meðan seinnapartin kemur ein hátrýstsryggur inn yvir okkum. Í nátt og í morgin koma nýggj lágtrýst og brúgvaløg inn yvir Føroyar av útsynningi og suðri. Mánadagin fer eitt nýtt lágtrýst úr havinum beint eystan fyri Føroyar og í ein útsynning.      

 

Í dag

Fyrrapartin hvassur vind av vestri, 15 m/s, og hann klárar í, tó okkurt ælið og hitin millum 4 og 8 stig. Um kvøldið snarar hann í ein sunnan og makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s og tað verður yvirhøvur klárt í veðrinum. Í nátt snarar hann í ein landsynning og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Sum frá líður skýggjað og út á náttina regn.

 

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum seinnapartin makar niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 6 m/s. Um kvøldið frískar hann tó vindin aftur av norðri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn meginpartin av degnum, tó klárar í móti kvøldi. Hitin millum 3 og 7 stig, um náttina niður móti frostmarkinum.

 

Mánadagin

Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og norðri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella æalveður meginpartin av degnum, í støðum vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 2 og 5 stig.

 

Týsdagin

Hvassur vindur upp í skrið av landnyrðingi og norðri, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn, vátaslettingur ella kavaæl. Hitin millum 1 og 5 stig.

 

Mikudagin

Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og eystri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt regn-, vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum 1 og 5 stig.

 

Hósdagin

Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og eystri, 5 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi, 13 m/s. Samdrigið og okkurt regn-, vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum 2 og 5 stig.