Eins og tey hava gjørt tað tey bæði seinastu árini, fara næmingar á Læraraskúlanum aftur í ár at skipa fyri gøtusjónleik í Miðbýnum í Havn.
Talan er um næmingar á fyrsta lestrarárinum á Læaraskúlanum, og er talan um tvørfakliga verkætlan, sum fevnir um handverk og list.
Heitið á sjónleikinum er »Jólavætrarnir koma til bíggjar«, og verða bæði vætratónleikur, vætradansur og vætragykl á skránni. Eisini verða djór at síggja, og í tíðindaskrivi verður sagt, at talan m.a. verður um gæs, høsn og kaninir, eins og onkur seyður eisini verður at síggja.
Umframt at vera mennandi fyri fakliga førleikan hjá næmingunum, er endamálið við verkætlanini eisini at venja tey við tvørfakliga arbeiðsháttin, sum seinnu árini er vorðin alt meira nýttur innan skúlagátt.
Leikurin verur sýndur komandi fríggjadag kl. 16.00 á økinum millum Sparikassan og Kioskina á Vaglinum. Samstundis verða gøturnar í Miðbýnum stongdar.