Vát vika í væntu

Komandi dagarnar liggja Føroyar í ein streymi av lutfalsliga lýggjari luft av útsynningi, meðan fleiri brúgvaløg fara framvið. Um vikuskiftið fer eitt lágtrýst, sum nú er yvir Íslandi, í ein eystan og landnyrðing inn í Norðurhavið. Síðani streymar køld luft inn yvir Føroyar av norði. Týsdagin kemur eitt brúgvalag við regni inn yvir okkum.

 

Í dag

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum seinnapartinog móti kvøldið øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella sirm av og á. Í nátt andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk av útsynninig, 8 til 13 m/s, sum makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn, men út a dagin slítur hann í. Hitin um 8 stig. Um náttina gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og samdrigið og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Pálmasunnudag

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum út á dagin snarar í ein útnyrðing og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður og um náttina lutvíst vátaslettingur ella heglingur. Hitin um dagin um 7 stig, um náttina móti frostmarkinum.

 

Mánadagin

Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum makar í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Fyrrapartin ælaveður við vátaslettingi ella kava, annars turt og sólglottar, áðrenn hann dregur samanum seinnapartin. Hitin millum 2 og 4 stig. Um kvøldið lækkar hann í ein landsynning og øtlar vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og sum frá líður regn ella kanska vátaslettingur. Hitin um frostmarkið.

 

Týsdagin

Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m7s, sum snarar í ein útsynning og vestan og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn og hitin um 7 stig. Um náttina øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s. Samdrigið og æalveður, lutvíst heglingur ella vátaslettingur og hitin millum 2 og 5 stig.

 

Mikudagin:

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s. Samdrigið og vátaslettingur ella kavi. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig, um náttina um frostmarkið.