Eitt brúgvalag við regni yvir Føroyum liggur mest sum í stað. Samstundis dýpist eitt lágtrýst yvir Grønlandsfjørðinum og fer í ein eystan. Eitt tilhoyrandi brúgvalag við regni fer fram við Føroyum fyrrapartin síðani kemur eitt størri brúgvalag inn yvir okkum seinnapartin. Komandi dagarnar streymar óstøðug luft við ælaveðri inn yvir Føroyar av útsynningi. Seinni í vikuni koma nýggj brúgvaløg inn yvir landið av vestri.
Í dag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og landsynningi, 10 til 15 m/s, møguliga onkran harðar hvirlur. Skýggjað og stundum regn, men seinnapartin fer at klára í, tó okkurt æl. Í nátt andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s, yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 10 og 13 stig.
Í morgin
Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s, sum út á dagin makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og stundum ælaveður. Um kvøldið øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, og hækkar í ein vestan. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 9 og 12 stig.
Mikudagin
Gul upp í stívt andøvsgul av útsynningi, upp í 10 m/s, samdrigið og stundum ælaveður. Hitin millum 8 og 13 stig.
Hósdagin
Gult til stívt andøvsgul av útsynningi, sum snarar í ein sunnan, 5 til 10 m/s, um nættina hækkar hann í ein eystan. Fyrst turt og sólglottar, seinni skýggjað og út á dagin regn. Hitin millum 9 og 12 stig.
Fríggjadagin
Gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, upp í 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 9 og 12 stig.
Leygardagin
Andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og norðri, 8 til 13 m/s. Ælaveður, men onkrir sólglottar. Hitin millum 8 og 12 stig.
Kelda: DMI










