Vísur í góðari ráðgeving

Høgni Hoydal sigur seg einki hava frætt um, at uttanlandsnevndin fer at handa landsstýrinum álit í dag, men hann væntar holl og greið ráð, tá tey koma

? Tá álitini koma frá uttanlandsnevndini, rokni eg við greiðum útmeldingum um, hvørjir trupulleikarnir í einstaku punktunum í uppritinum eru.

Høgni Hoydal er sannførdur um, at uppritið til ríkisrættarligu samráðingarnar hevur fingið holla viðgerð í uttanlandsnevndini, og er hann vísur í, at ráðini í álitinum ella álitunum fara at hjálpa landsstýrinum almikið, tá endaliga samráðingaruppleggið skal orðast.


Beinagrindin er klár

Høgni Hoydal sigur, at landsstýrið hevur gjørt sær eina beinagrind til eitt endaligt samráðingarupplegg, men verður hetta ikki liðugt skrivað fyrr enn uttanlandsnevndin hevur handað landsstýrinum álit síni.

Um álitini verða latin landsstýrinum eftir fundin í uttanlandsnevndini í dag, dugir Høgni Hoydal einki at siga um. Men hann sigur seg skilja á lagnum, at nevndin er farin undir at orða álit.

? Vit fara sjálvandi at lurta eftir teimum ráðum, vit fáa í álitunum, og somuleiðis fara vit at laga endaliga samráðingaruppleggið eftir álitunum, sigur Høgni Hoydal.


Skal framhaldandi ráðgeva

Tá landsstýrið er liðugt at orða endaliga samráðingaruppleggið, fer málið aftur í uttanlandsnevndina at venda, áðrenn hol verður sett á samráðingarnar. Sambært Høgna Hoydal, er uttanlandsnevndin tá aftur vælkomin at mæla til broytingar í endaliga samráðingarupplegginum, og verða hesar eisini framdar.

? Uttanlandsnevndin skal sleppa at flyta hvørt komma, um tað er tað, hon vil, leggur Høgni Hoydal dent á.

Men tíðin, uttanlandsnevndin fær til hetta, er avmarkað, tí landsstýrið hevur biðið donsku stjórnina um samráðingar í seinnu hálvu av mars.