Vístir úr FF fyri lívstíð

Teir, sum mynstraðu við Carlton undir trætuni millum Fiskimannafelagið og reiðaríið P/F Sea Freeze, eru burturvístir úr Føroya Fiskimannafelag. Fiskimannafelagið skrivar á heimasíðuni, at menninir fingu boðini í skrivi longu í juli.

-Teir eru burturvístir, tí teir hava verið til miklan ampa hjá teimum monnum og teirra familjum, sum blivu snýttir av P/F Sea Freeze, skrivar Fiskimannafelagið á heimasíðu síni.

Limirnir í Føroya Fiskimannafelag hava tí ikki lovi til, at mynstra saman við teimum, sum hava hava siglt við Carlton undir trætuni, skrivar felagið.