Vísti løgregluni afturpartin

Tìðliga í morgun varð ein ungur maður tikin á løgreglustøðina at gista. Tíðliga í morgun skuldi hann ríkað løgregluna við at loysa buksurnar niður og stinga afturpartin eftir løgreglufólkum.

Slíkt vilja løgreglufólk ikki lata sær lynda, so maðurin varð tikin á støðina og har varð hann lagdur í kjallaran at gista.

Hann verður eisini skuldsettur fyri at hava brotið politiviðtøkurnar og tað kostar honum einar 500 krónur í bót.

Annars hevur vikuskiftið verður rættiliga friðarligt, men tó hevur løgreglan havt sítt baks av fullu fólki, sum tey onkusvegna hildu, ikki vórðu skikkað at vera ímillum fólk, men tey eru í flestu førum koyrd til húsar.

Onkur smávegis herverk hava eisini verið á bilar og hús.