Óli Jacobsen
????????????
Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni, leggur meg undir at siga ósatt út frá eini forsíðutilvísan (!) á FF-blaðnum, sum sigur, at fiskidagaskipanin verður mótarbeidd av leiðandi fiskifrøðingum.
»Mótprógvið« hjá Hjalta er, at teir hava verið tríggjar ferðir uttanlands í 2003 og greitt frá skipanina.
Hetta prógvar ikki nakað sum helst. FF-blaðið hevur í 10-tals greinum undirbygt síni sjónarmið um leiklutin hjá Hjalta & co. Og hetta eru sjónarmið, sum fiskivinnufólk yvirhøvur taka undir við.
Eftir øllum at døma hevur Hjalti ikki lisið, hvat ið hevur staðið inni í blaðnum um hetta mál.
Men her skal bert verða nevnt, at meðan Hjalti í síni grein skrivar, eins og hann hevur ført fram ótaldar ferðir, um ta "alsamt vaksandi veiðiorku í veiðuflotanum", so vísa almenn hagtøl hjá ICES, at veiðutrýstið á toski er lækkað við 36% síðan fiskidagaskipanin varð sett í verk. Hóast hetta hevur tilmælið hjá FRS hvørt ár verið ein skerjin í dagatalinum við 20-30%. Hevði hetta verið fylgt, hevði eingin fiskidagaskipan verið í dag.
So tað er spurningurin um júst Hjalti er tann rætti at gera meg til lygnara.
Meira skal ikki sigast um tað.